Stór útskifting helst á veg

Stór útskifting helst á veg
Bara ein av sjey nevndarlimum hjá SEV varð afturvaldur á kommunuvalinum týsdagin
 
12.11.2020 - 08:40

Líkt er til, at stór útskifting verður í nevndini hjá SEV í næstum. Bara ein av sjey nevndarlimum varð afturvaldur á kommunuvalinum. Fýra stillaðu ikki uppaftur.

Tey eru Jónsvein Hovgaard, umboðandi Suðuroynna, Vinjard Tungá umboðandi Sandoynna, Marin Katrina Frýdal umboðandi Tórshavn og Kristian Eli Zachariassen, umboðandi Norðuroyggjar.

Tveir limir stillaðu upp aftur, men fullu. Hesir eru John Zachariassen, umboðandi Streymoynna og Hans Jákup Johannesen umboðandi Eysturoynna.

Einasti nevndarlimur í SEV, sum varð afturvaldur, er Sune Jacobsen, sum gjørdist síðstvaldur í Sørvágs Kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652