Landsverk skal rinda TG-Verki fýra milliónir

bannari
Landsverk skal rinda TG-Verki fýra milliónir
Gerðarrættarmálið um Glasir er liðugt. Landsverk skal rinda TG -Verki 20,2 milliónir krónur, og TG-Verk skal rinda Landsverki 16,1 millión krónur
 
12.11.2020 - 16:49

Landsverk skal rinda TG-Verki 4,1 millión krónur Tað var úrslitið í gerðarrættarmálinum um Glasir, sum gerðarrætturin kunngjørdi í dag.

Upprunaliga kravið frá TG-Verk var 76 milliónir krónur. Málið hevur verið fyri í Gerðarrættinum í Keypmannahavn síðani í 2016, tá TG-Verk reisti málið.

Kravið hjá TG-Verk í Gerðarrættinum var uppá 76 milliónir krónur, meðan Landsverk kravdi TG-Verk eftir 80 miliónum krónum.

Rokningar fyri 45 milliónir detta burtur

Sakarmálið kom eftir stórar ósemjur um byggingina av Glasi, sum endaði við, at TG-Verk fór av plássinum í september í 2016, skrivar Landsverk í tíðindaskrivi.

Úrslitið í Gerðarrættinum er, at Landsverk skal rinda TG -Verki 20,2 milliónir krónur, meðan TG-Verk skal rinda Landsverki 16,1 millión krónur. Partarnir rinda í felag fyri dómsviðgerðina, meðan partarnir hvør sær rinda fyri egnar sakførarar.

Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki, sigur, at rokningar fyri meira enn 45 milliónir krónur frá TG-Verki hava ligið ógoldnar, meðan bíðað hevur verið eftir niðurstøðuni í Gerðarrættinum.

Tær rokningarnar detta nú burtur og gjaldið uppá 4,2 milliónir krónur, umframt rentur, verður sostatt seinasta gjaldið, sum verður goldið í trætumálinum millum TG-Verk og Landsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819