Kryvjivirkið í Vági góðkent

Kryvjivirkið í Vági góðkent
P/F Bakkafrost Processing í Vági hevur fingið umhvørvisgóðkenning
Virkið hjá Bakkafrosti í Vági
 
12.11.2020 - 06:16

Virkið tekur ímóti aldum laksi frá brunnbátum. Laksurin verður kruvdur og ísaður á virkinum. Slógvið verður gjørt til súrløgu og sent til móttakara, sum hevur góðkenning at taka ímóti hesum.

Í málsviðgerðini er dentur lagdur á at seta treytir um at minka um dálking og ampar frá útláti av spillvatni, royki, lukti og larmi frá virkseminum, og at minka um árin frá dálking av olju, lýsi og kemikalium vegna óhapp.

Metingin av umhvørvisviðurskiftum og ásettu treytirnar eru grundaðar á, at virkið í mesta lagi kann taka ímóti umleið 300 tonsum av rávøru um dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652