Sjey fingu onga atkvøðu

bannari
Sjey fingu onga atkvøðu
Nøkur av teimum 547 fólkunum, sum vórðu stillað upp á kommunuvalinum, fingu ikki so nógvar atkvøður
Heðin Mortensen fekk flestar atkvøður á kommunuvalinum, 2.288
 
11.11.2020 - 08:04

547 fólk stillaðu upp í gjár. Og sjey teirra fingu onga atkvøðu. Talan er um eitt valevni í Eysturkommunu, eitt í Skúvoyar kommunu, eitt í Fámjins kommunu, tvey í Fugloyar kommunu og tvey í Húsavíkar kommunu.

Janus Thomsen, sum, uttan at biðja um tað og uttan at vilja tað, kom á lista A í Nes kommunu, vildi ikki hava nakra atkvøðu, segði hann við Dag og viku herfyri.

 >> SÍ EISINI Yvirlit: Her eru allar tær persónligu atkvøðurnar

Men hann fekk kortini seks atkvøður í gjár. Heðin Mortensen í Tórshavnar kommunu fekk nógv flestar atkvøður í gjár. Hann fekk 2.288.

Síðani kemur Tróndur Sigurðson við 882, Annika Olsen við 586, Elsa Berg við 519 atkvøðum, tey eru øll vald í Tórshavnar kommunu, og nummar fimm er Torbjørn Jacobsen í Runavíkar kommunu við 461 atkvøðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887