Fingið tilboð um at halda fram sum borgarstjóri

bannari
Fingið tilboð um at halda fram sum borgarstjóri
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sambandsflokkurin hava givið Jógvani Skorheim skrivligt tilboð, men hann hevur ikki svarað
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, hevur fingið tilboð um at halda fram sum borgarstjóri
 
11.11.2020 - 09:49

Jógvan Skorheim Í Sjálvstýri hevur fingið tilboð um at halda fram sum borgarstjóri í Klaksvík í eini fýra flokka samgongu millum Sjálvstýri, Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi.

Tað váttar Signhild V. Johannesen, ið varð fyrstvald á Javnaðarlistanum.

Hon hevur skrivað til Jógvan Skorheim og vegna teir tríggjar flokkarnar boðið honum borgarastjórasessin. Signhild V. Johannesen sigur við útvarpið, at hon ikki hevur hoyrt aftur frá Jógvani Skorheim enn, og tey bíða eftir svari.

Fólkaflokkurin og Sjálvstýri gjørt avtalu

Seint í gjárkvøldið varð avtala gjørd millum Fólkaflokkin og Sjálvstýri um  samgongu, og árnfirðinginum, Atla Justinussen, ið var fyrstvaldur á Fólkaflokslistanum, stendur í boði at gerast borgarstjóri.

Norðlýsið skrivar, at Fólkaflokkurin og Sjálvstýri hava samráðst til klokkan 5 í morgun, og at teir skulu møtast aftur á middegi í dag.

Útvarpið hevur roynt at fáa fatur í Jógvani Skorheim og umboð fyri Fólkaflokkin, men tað hevur ikki eydnast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585