Biden tosar við evropeiskar leiðarar

Biden tosar við evropeiskar leiðarar
Nýggi amerikanski forsetin leggur dent á at menna viðurskiftini við londini i Evropa, m.a. um veðurlagsbroytingar
Joe Biden, nýggi forsetin í USA, vil hava gott samstarv við Evropa
 
11.11.2020 - 10:47

Joe Biden, sum eftir øllum at døma vann amerikanska forsetavalið í síðstu viku, tosaði í gjár við fleiri evropeiskar leiðarar, sum ynsktu honum tillukku við valsigrinum.

Hetta hóast Donald Trump framvegis ikki hevur viðurkent, at hann tapti forsetavalið.

Joe Biden tosaði sambært BBC við bretska forsætisráðharran, Boris Johnson, um at styrkja viðurskiftini millum londini, at arbeiða saman um veðurlagsbroytingarnar og hvussu londini kunnu koma styrkt burtur úr koronufarsóttini.

Joe Biden tosaði eisini við franska forsetan, Emmanuel Macron, týska samveldiskanslaran Angelu Merkel, og írska forsætisráðharran, Micheál Martin, og sambært honum legði Joe Biden stóran dent á langafríggjadagsavtaluna. 

Langafríggjadagsavtalan hevur ofta verið nevnd í sambandi við Brexit-samráðingarnar, og tað er millum annað tann avtalan, sum sigur, at onki marknalið skal vera á markinum millum Írland og Norðurírland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887