Varðhaldsfongslingin longd fýra vikur

Varðhaldsfongslingin longd fýra vikur
Løgreglan kannar framvegis málið, har ein maður er skuldsettur fyri at hava barnapornografiskt tilfar í varðveitslu
Føroya rættur hevur avgjørt, at skuldsetti maðurin skal vera í varðhaldi í fýra vikur aftrat
 
06.11.2020 - 18:00

Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava barnapornografiskt tilfar í varðveitslu, skal sita fýra vikur aftrat í varðhaldi. 

Tað hevur Føroya Rættur avgjørt í morgun.

Maðurin, sum er fyrst í 30-unum, varð handtikin í sambandi við, at løgreglan kannaði ferðafólk, sum komu til landið við Norrønu. 

Løgreglan fann rúsevni uppi á manninum, og hann varð tí handtikin. Hetta var fyri einum mánaði síðani.

Telefon og telda kannað

Telefon og telda hjá manninum vórðu kannað, og har fann løgreglan stórar nøgdir av barnaporno av grovasta slag.

Maðurin skal sita í varðhaldi, meðan løgreglan kannar, um hann hevur sent øðrum barnapornografiskt tilfar.

Heri Andreasen, leiðarin á kanningardeildini hjá løgregluni, sigur í dag, at kanningarnar eru ikki lidnar, men enn eru eingin prógv funnin fyri útbreiðslu. 

Seks ára fongsul

Revsingin fyri at senda slíkt tilfar víðari er upp í seks ára fongsul. 

Hevur hann ikki sent tilfarið víðari, er revsingin fyri at hava tað í varðveitslu eitt árs fongsul, sama hvussu nógv, og hvussu grovt tilfarið er.

Maðurin er eisini skuldsettur fyri í tveimum førum at hava tikið myndir av einum barni, meðan tað svav.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584