Vørn eykajáttan fyri semju í sakarmáli

Vørn eykajáttan fyri semju í sakarmáli
Málið er gamalt og er um eina landing hjá Jupiter, sum partafekagið Driftin átti
Vørn gjørdi semju við reiðaríið um eina landing hjá Jupiter í Danmark
 
28.10.2020 - 11:26

Løgtingið er biðið um at játta Fiskimálaráðnum 250.000 krónur, tí Vørn hevur havt serútreiðslur í sambandi við, at semja varð gjørd í sakarmálinum móti partafelagnum Driftini í Gøtu og í sakarmálinum Driftin móti Fiskimálaráðnum.

Málið er gamalt og er um eina landing hjá Jupiter, sum Driftin átti, í Danmark. Danska fiskiveiðueftirlitið segði, at samsvar var ikki millum tað, sum skipið landaði og segði seg hava av fiski.

Ikki bar til at prógva hetta, og eftir drúgva viðgerð hjá Vørn varð niðurstøðan tann, at best var at loysa málið við semju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819