Noreg herðir koronureglur fyri útlendingar

Noreg herðir koronureglur fyri útlendingar
Smittan breiðir seg skjótt millum útlendsk arbeiðsfólk, tí tey sleppa undan at vera í sóttarhaldi í 10 dagar
Norski heilsumálaráðharrin, Bent Høie, hevur havt fund við vinnuna um nógvu útlendingarnar, sum eru smittaðir. Umleið 200 sjúkir útlendingar eru komnir til Noregs at arbeiða
 
26.10.2020 - 15:18

Norsku myndugleikarnir hava gjørt av at herða koronureglurnar fyri útlendsk arbeiðsfólk, sum koma til landið.

Orsøkin er, at smittan hevur breitt seg skjótt millum útlendsku arbeiðsfólkini seinastu tíðina.

Orsøkin er helst, at útlendsku arbeiðsfólkini eru sloppin undan at vera í sóttarhaldi í 10 dagar, fyri at halda gongd í ídnaðinum.

Nú verður tann reglan eftir øllum at døma strikað, samstundis sum útlendsku arbeiðsfólkini skulu hava sítt egna kamar, og tey skulu kannast triðja hvønn dag fyri koronu.

Vinnan ivast

Norski heilsumálaráðharrin, Bent Høie, hevur havt fund við umboð fyri vinnuna og arbeiðarafeløgini, fyri at fáa greiðu á støðuni.

Myndugleikarnir upplýsa, at seinastu tíðina eru 200 sjúkir útlendingar komnir til Noregs at arbeiða, og umleið helvtin av teimum eru úr Póllandi. Sjúku fólkini hava síðani smittað onnur á fleiri stórum arbeiðsplássum.

Umboð fyri vinnuna siga seg verða í iva um herdu krøvini, sum myndugleikarnir arbeiða við, og vandi er fyri, at nógv arbeiðspláss verða noydd at lata aftur, sigur Ole Erik Almlid, umboð fyri vinnuna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585