Pensjónistar fáa bíligari heimatænastur

Pensjónistar fáa bíligari heimatænastur
Inntøkumarkið hækkar, og munur verður ikki gjørdur á giftum og ógiftum pensjónistum
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, og kommunurnar hava broytt gjøldini fyri heimatænastur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.10.2020 - 13:36

Tað skal ikki vera ein fíggjarligur bági hjá pensjónisti at vera giftur. Og tey, sum forvinna minst, skulu ikki rinda fyri heimatænastur.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum hevur saman við kommununum gjørt av at broyta gjøldini fyri heimatænastur.

Inntøkumarkið fyri, nær pensjónisturin sjálvur skal rinda fyri heimatænastur, verður hækkað. 

Inntøkumarkið hækkar

Inntøkumarkið verður hækkað úr 15.000 krónur upp í 50.000 krónur. Tað merkir, at tey, sum hava lægstu inntøkurnar, rinda ikki fyri heimatænastur.

Munur verður heldur ikki gjørdur á giftum og ógiftum pensjónistum. Prísurin á heimatænastum hækkar ikki, hóast hjúnafelagin forvinnur pening.

Kunngerðin varð lýst í gjár, og broytingarnar koma í gildi 1. januar 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585