Løgreglan ávarar um hálku

Løgreglan ávarar um hálku
Tvey ferðsluóhapp eru hend í hálkuni í morgun
 
21.10.2020 - 08:26

Løgreglan heitir á fólk, ið skulu út í ferðsluna at koyra í morgun, um at vísa varsemi, nú tann fyrsta hálkan í hesum umfarinum er komin.

Tvey ferðsluóhapp hava verið í morgun. Eitt ferðsluóhapp er hent á Oyggjarvegnum, og har var hálka orsøk til ferðsluóhappið, sigur vakthavandi á politistøðini.

Hitt ferðsluóhappið, sum hevur verið í morgun, er hent við Brúnna um Streymin. Vakthavandi veit ikki at siga, um hálka eisini er orsøk til tað ferðsluóhappið.

Vakthavandi á politistøðini í Havn veit ikki í løtuni, um nakar fólkaskaði er í teimum báðum ferðsluóhappunum í lýsingini í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819