Gera nýggja heildarætlan fyri Karlamagnusarbreyt

Gera nýggja heildarætlan fyri Karlamagnusarbreyt
Í fyrstu syftu verða 15 mió. kr. settar av til ætlanina, sigur Annika Olsen, borgarstjóri
Fyribils verða 15 mió. kr. settar av at gera nýggja heildarætlan fyri Karlamagnusarbreyt
 
20.10.2020 - 11:24

Tórshavnar kommuna hevur ætlanir um at gera eina heildarætlan fyri økið við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, og í gjárkvøldið vórðu fólk í økinum kunnað um ætlanina.

Birita Wardum, býararkitektur, sigur, at ætlanin er at bøta um nógvu ferðsluna, við at gera Karlamagnusarbreyt einsrættaða frá kirjuni og niðan til Skúlan við Løgmannabreyt.

Fólk vóru ymisk á máli um ta ætlanina, og nú arbeitt verður víðari við uppskotinum, verða viðmerkingarnar tiknar við í arbeiðið, sigur býararkitekturin.

Parkeringsviðurskifti

Eisini hevur býráðið ætlanir um at bøta um parkeringsviðurskiftini í økinum, sum eru út av lagi vánalig.

Tað ætlar býráðið at loysa við at keypa nøkur av stykkjunum aftur frá teimum sum hava keypt. Øll stykkini við Karlamagnusabreyt eru seld, og samráðingar eru við nakrar av keyparunum, sum ikki eru farin undir at byggja, um at keypa stykkini aftur.

Hvussu verður við tí, er ikki greitt, tí spurningurin er eisini um prísin, sum eigararnir vilja hava fyri grundøkið.

Og so hevur kommunan eisini ætlanir um at gera tað liviligari í økinum við Karlamagnusarbreyt.

M.a. er ætlanin at skipa spælipláss, og at gera gøtur, sum fólk kunnu ganga eftir.

15 mió. kr.

Annika Olsen, borgarstjóri, lovaði fólkinum við Karlamagnusabreyt, at býráðið fer at seta 15 milliónir kr. av til ætlanina í fyrstu syftu, og síðani at játta pengar í tvey til trý ár aftrat.

Hvussu nógv heildarætlanin við Løgmannabreyt fer at kosta, er ikki greitt, tí enn er eingin endalig ætlan gjørd, sigur Birita Wardum, býararkitektur.

Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu kunnu borgarar gera viðmerkingar til heildarætlanina fyri Karlamagnusabreyt.

Tann møguleikan høvdu fólk eisini herfyri, og tá fekk kommunan svar frá 233 borgarum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585