Wales letur aftur í 14 dagar

bannari
Wales letur aftur í 14 dagar
Fríggjadagin skulu allir walisar, sum ikki hava lívsneyðug størv, verða við hús
Mark Drakeford, forsætisráðharri í Wales, sigur, at neyðugt er at seta so strong tiltøk í verk, tí heilsuverkið í landinum er undir stórum trýsti
 
19.10.2020 - 14:46

Myndugleikarnir í Wales stongja nú samfelagið í tvær vikur. 

Fríggjadagin skulu allir walisar, sum ikki hava lívsneyðug størv, verða við hús.

Barrir, matstovur, kaffistovur og gistingarhús verða stongd.

Og fólk, sum fara út, skulu vera í munnbindi á almennum støðum, sum ikki eru stongd, eisini í almenna flutningskervinum og í hýrivogni.

Hvørki inni ella úti er loyvt at savnast við fólki, sum tú ikki býrt saman við. 

Helst strangastu tiltøk í Evropa

Samkomuhús, bókasøvn og ruskstøðir verða stongd, og allar samkomur skulu stongja dyrnar. Tó verða vígslur og jarðarferðir loyvdar.

Vaksin, sum búgva einsamøll, ella einlig foreldur, skulu gera avtalu við onnur í familjuni um stuðul.

Talan er helst um strangastu tiltøk í einum landi í Evropa síðani á grækarismessu.

Fleiri onnur lond hava sett tiltøk íverk, men tað er fyri landspartar.

17 tilmæli hava verið galdandi í pørtum av Wales, men nú verða tey avloyst av fullkomnum stongsli. 

Heilsuverkið undir trýsti

Orsøkin til strongu tiltøkini er stóra trýstið á heilsuverkið, sigur forsætisráðharrin, Mark Drakeford.

- Eingin einføld loysn er fyri framman, tí virusið breiðir seg skjótt í Wales. Uttan hesi tiltøk, fer heilsuverkið ikki at hóra undan, og uppaftur fleiri fara at doyggja, segði Drakeford á tíðindafundi í dag.

Hann segði, at hesar báðar vikurnar við stongsli geva myndugleikunum dýrabæra tíð til at økja um smittusporingina, og at arbeiða við ætlanunum um tjald-sjúkrahús.

Í dag vóru staðfestir 950 nýggir smittutilburðir. Fyrr í hesum mánaðinum lá smittutalið um tey 400.

Higartil eru 1.700 fólk deyð í Wales, og meira enn 35.000 hava havt smittuna. Og tað er nógv í einum landi, har slakar tríggjar milliónir fólk búgva.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887