Landslæknin søkir eftir lækna

Landslæknin søkir eftir lækna
Talan er um eitt sokallað introstarv, ella introduktionsstilling, sum starvið eitur á donskum
 
16.10.2020 - 07:22

Søkt verður eftir lækna at arbeiða hjá landslæknanum í Føroyum. Talan er um eitt sokallað introstarv, ella introduktionsstilling, sum starvið eitur á donskum.

Hetta er starv, sum læknar fáa í eitt ár eftir klinisku støðisútbúgvingina, fyri at vita, um serlæknayrkið, sum tey fáa introstarv í, er nakað fyri tey.

Starvið hjá landslæknanum er í samfelagsmedisini. Samfelagsmedisin er, sambært orðabókini, felagsheiti fyri arbeiðsmedisin, sosialmedisin og fyrisitingarmedisin.

Tann, sum fær starvið hjá landslæknanum, skal byrja 1.januar 2021 og arbeiða í eitt ár. Starvið er fjølbroytt og umfatar bæði ráðgeving, eftirlit og líkskoðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652