- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin góðkenning eftir nýggjár
Marine Stewardship Council, MSC, hevur gjørt vart við, at góðkenningin fyri norðhavsild í landnyrðings Atlantshavi fer úr gildi á nýggjárinum
Og hon verður ikki endurnýggjað uttan so, at strandarlondini semjast um, hvussu sildin skal býtast millum londini, sigur MSC, ið góðkennir burðardygga veiðu.
Lættari er at selja fisk og fáa meira fyri hann, um hann hevur MSC góðkenning. Og tey, sum keypa fisk, eru farin at krevja, at fiskurin hevur MSC góðkenning.
Samráðast seinni í mánaðinum
Seinni í oktober byrja strandarlondini at samráðast um, hvussu uppsjóvarfiskurin, millum annað sild, skal býtast næsta ár.
Føroyska sildaveiðan hevur MSC góðkenning. Í fjør fiskaðu strandarlondini 777.000 tons av sild, 32 prosent meira enn ICES mælti til at fiska.
Í fjør misti makrelurin MSC góðkenningina. Og góðkenningin, sum svartkjaftur hevur, er eisini í vanda fyri at vera steðgað.