Gera níggju milliónir kanningar í fimm dagar

bannari
Gera níggju milliónir kanningar í fimm dagar
Myndugleikarnir í Kina ætla at skundkanna nógv fólk eftir eitt nýtt útbrot av koronu í kinesiska býnum Quingdao
Fólk í Beijing brúka masku fyri at tálma smittuspjaðingina
Mynd: AP (12.10.2020)  
 
12.10.2020 - 10:48

Kinesiskir myndugleikar fara at kanna meira enn níggju milliónir fólk eftir at talið av smittaðum er vaksið í býnum Qingdao í landnyrðingspartinum av Kina, skrivar tíðindastovan, AFP.

Um vikuskiftið vórðu seks tilburðir staðfestir í býnum, Qingdao. Meira enn 140.000 heilsustarvsfólk, sjúklingar og onnur, sum hava tilknýti til heilsustovnar, eru longu kannað í Quingdao, har 9,4 milliónir fólk búgva.

Skuldsett fyri at fjala tøl

Hetta er fyrstu ferð síðani juni, at myndugleikarnir í Kina kanna so nógv fólk eftir so stuttari tíð. Ta ferðina vórðu nógv fólk í Beijing kannað eftir at smittan aftur varð staðfest á einum matmarknaði.

Kina hevur alment havt tamarhald á smittuni síðani fyrsta tilburðin við ársenda í fjør. Sambært Johns Hopkins University eru 90.812 smittutilburðir staðfestir í landinum og 4.739 fólk deyð.

Men, kinesisku tølini elva til undran uttan fyri landið, og landið er skuldsett fyri - við vilja - at fjala útyvir almennu smittutølini, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652