Fáar kvinnur í leiðandi størvum

Fáar kvinnur í leiðandi størvum
Fyritøkan Vinh Hoan í Vjetnam er einasta fiskivinnufyritøka millum tær 100 størstu í heiminum, har sum kvinnurnar eru í meiriluta í nevnd og stjórn
Bara sjeynda hvørt fólk í heiminum, sum stýrir fiskivinnuni, er ein kvinna, kemur fram í nýggjari kanning
 
12.10.2020 - 09:44

Fiskivinnufyritøkan Vinh Hoan í Vjetnam er einasta fiskivinnufyritøka millum tær 100 størstu í heiminum, har sum kvinnurnar eru í meiriluta í nevnd og stjórn.

Forstjórin er kvinna og tíggju av tólv fólkum, sum stýra vjetnamesisku fyritøkuni, eru kvinnur.

Sjeynda hvør ein kvinna

Tað sigur ein kanning, sum altjóða felagsskapurin hjá kvinnum í fiskivinnuni, Women in the Seafood Industry, hevur gjørt.

Sambært kanningini, sum er um 2019, eru 14,4 prosent teirra, sum stýra 100 teimum størstu fiskivinnufyritøkunum í heiminum kvinnur.

Kanningin sigur eisini, at triðju hvørjari fyritøku stýra bara menn. Og bara í fimm prosentum eru fleiri enn 40 prosent kvinnur í stýrandi sessunum.

Noreg hevur lóggivið

Ymiskt er, hvussu nógv fyritøkurnar vilja siga. Av 100 størstu fiskivinnufyritøkunum fingust bara nóg nógvar upplýsingar frá 80 teirra til, at tær kunnu brúkast í kanningini.

Noreg var fyrsta landið í heiminum, sum við lóg kravdi, at minst 40 prosent av teimum, sum stýra fyritøkum, eru kvinnur.

Tann lógin kom í 2003. Hetta eru nevndarlimirnir. Verri er statt við stjórum í Noregi. Har eru kvinnurnar í mesta lagi 33 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010