Skattaprosentið og barnafrádrátturin verða óbroytt

Skattaprosentið og barnafrádrátturin verða óbroytt
Tórshavnar býráð viðger uppskot um fíggjarætlan fyri 2021 í kvøld
Ein tøknilig framskriving í juni segði, at avlopið hjá Tórshavnar kommunu næsta ár verður 133 mió. kr.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.09.2020 - 09:05

Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu verður tað sama næsta ár sum í ár, tað er 19.

Og barnafrádrátturin verður sum í ár, 8.000 kr.

Uppskot um fíggjarætlan fyri 2021 verður lagt fram á býráðsfundinum í Havn í kvøld.

Ein tøknilig framskriving í juni segði, at avlopið hjá Tórshavnar kommunu næsta ár verður 133 mió. kr. Tá er Tórshavnar havn ikki tald við.

Býráðið hevur fyrru viðgerðina 29.oktober, sum er seinasti regluligi býráðsfundur fyri kommunuvalið.

Seinna viðgerð verður 26.november.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585