Privat feløg skulu lyfta arbeiðsbyrðina

Privat feløg skulu lyfta arbeiðsbyrðina
Privatu fyritøkurnar Smyril Line og Thetis skulu yvirtaka part av almennu koronakanningunum hjá Landssjúkrahúsinum
 
24.09.2020 - 18:01

Stjórin á Landssjúkrahúsinum hevur biðið Dátueftirlitið um at góðkenna eina avtalu millum Landssjúkrahúsið og Smyril Line, sum í stuttum merkir, at privata flutningsfelagið kemur at skipa fyri korona-kanningunum í framtíðini.

Sambært avtaluni verður Smyril Line "dátuviðgeri", meðan Landssjúkrahúsið framvegis verður "dátuábyrgdari".

Sambært avtaluni, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, skal Smyril Line gera kanningarnar fyri Landssjúkrahúsið. Smyril Line skal seta potistøðir upp, seta fólk at gera potingarnar og annars pota fólk.

Dátueftirlitið upplýsir fyri Kringvarpinum, at tey í løtuni viðgera umsóknina frá Landssjúkrahúsinum.

Í dag - dagin eftir at landssjúkrahúsið sendi Dátueftirlitinum avtaluna við Smyril Line til góðkenningar - upplýsir Landssjúkrahúsið fyri Kringvarpinum, at tey hava gjørt eina munnliga avtalu við privatu fyritøkuna Thetis um at fyritøkan kann gera potingarnar.

Og so er tað fíggjarligi parturin. Kringvarpið hevur spurt Landssjúkrahúsið, hvussu roknistykkið í avtaluni við Smyril Line er sett saman. Men Landssjúkrahúsið hevur ikki svarað tí spurninginum. 


Totalur ruðuleiki
Eftir ætlan skal Smyril Line brúka part av Farstøðini á Eystaru Bryggju í Havn til at kanna fólk fyri korona. Talan er um tann partin, har tolleftirlitið heldur til. Eisini ætlar Smyril Line at brúka fimm bilrøðir, ið vanliga verða brúktar til Smyril og Norrønu, til endamálið.

Men henda ætlan loypir øði í Strandferðsluna.

Strandferðslan vísir á eina røð av viðurskiftum, sum tala beinleiðis ímóti at brúka økið við Farstøðina í Havn til koronakanningar.

Har er alt ov nógv ferðsla frammanundan, sigur Strandferðsan og vísir á, at Strandferðslan einsamøll hevur meira enn 400.000 ferðandi á økinum um árið. Harumframt koma tey 40.000 ferðandi við Norrønu um árið. 

Eisini er Strandferðslan sera trýst av seinkingum, ið millum annað standast av nógvari frakt á økinum.

Og so er heldur ikki tikið hædd fyri avbjóðingunum, sum korona hevur givið Strandferðsluni fyri at verja manningar, starvsfólk annars, ferðandi og onnur. 

Niðurstøðan í innanhýsis eftirmetingini hjá Strandferðsluni fyrr í dag er, at "hetta er ein uppgáva, sum Strandferðslan metir kann skapa ein totalan ruðuleika við trygdini í lágari raðfesting."

Tí metir Strandferðslan, at tað ikki er skilagott at arbeiða víðari við ætlanini.

Strandferðslan spyr eisini, um løgreglan er tikin við uppá ráð. 

Og til seinast spyr Strandferðslan, hvussu Landssjúkrahúsið og Smyril Line ætla at halda almennu tilmæluni um at halda frástøðu og ikki savnast í stórum tali - samstundis sum testøkið verður gjørt á einum av ferðsluríkastu økjunum í Føroyum.

Hava fingið loyvi
Tað er Tórshavnar havn, sum eigur økið, sum Strandferðslan og Smyril Line virka á. 

Jónsvein Lamhauge, havnameistari í Tórshavnar havn, sigur við Kringvarpið, at Tórshavnar havn hevur givið Smyril Line loyvi at brúka økið, tá Norrøna og Smyril ikki liggja við havn. Sostatt er tað avmarkað hvussu nógv koronakanningarnar fara at órógva tað virksemið, sum frammanundan er á økinum. 

Harumframt hevur Tórshavnar havn fingið at vita, at talan verður um eina nýggja skipan, ið skal tryggja, at bilrøðirnar ikki vera líka langar sum higartil.

Men avgerðin verður endurskoðað, um bilrøðirnar byrja at órógva restina av virkseminum á havnarlagnum, sigur Jónsvein Lamhauge. 

Kringvarpið hevur í allan dag roynt at fáa eina samrøðu við Steinar Eirikstoft, forstjóra í Sjúkrahúsverki Føroya, sum hevur skrivað undir avtaluna við Smyril Line. 

Steinar Eirikstoft vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010