Koronukanningar á Glasi útsettar

bannari
24.09.2020 - 08:49
AktueltHeilsa
Koronukanningar á Glasi útsettar
Higartil hevur landslæknin staðfest tveir tilburður av koronu á miðnámsskúlanum í Marknagili
Glasir er ikki smittukeldan til hinar tilburðirnar, sum eru staðfestir seinastu dagarnar, sigur landslæknin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Koronukanningarnar, sum skuldu vera á Glasi í dag, eru fyribils útsettar til í morgin.

Tað hevur Glasir boðað næmingunum frá.

Øll starvsfólk og næmingar á Glasi vórðu kannað fyri koronu sunnudagin og mánadagin, og higartil hevur landslæknin staðfest tveir tilburðir av koronu á Glasi.

Smittan ikki breitt seg

Hetta metir landslæknin greitt benda á, at smittan hevur ikki breitt seg nógv á Glasi, og Glasir er tískil ikki smittukelda til hinar tilburðirnar, sum eru staðfestir í samfelagnum seinastu dagarnar.

Í gjár vórðu tey kannað, sum í fyrsta umfari vórðu raðfest í sambandi við smittusporingina.

Landslæknin hevur mælt Glasi til, at hann fær úrslitini av teimum kanningunum, áðrenn endalig støða verður tikin til, um hini á Glasi skulu kannast eina ferð aftrat.

Kanningarnar útsettar

Tí verða kanningarnar, sum skuldu vera í dag, í fyrstu atløgu útsettar til í morgin.

Tá landslæknin hevur mett um kanningarúrslitið, verður støða tikin til um hini skulu kannast ella ikki, boðar leiðslan á Glasi frá.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. oktober
Tempo
115377
Týsdag 27. oktober
Morgunlestur týsdagur 27.oktober 2020
115361
Týsdag 27. oktober
Góðan morgun Føroyar
115357
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
3-2
115334
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Símuni Hansen
115260
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Fuglafjarðar kirkju
115261
Hósdag 22. oktober
Lí­numenn 1:3
115178
Hósdag 22. oktober
Mentanarbroytingar og Public Service
115122