Havnin keypir útgerð til landstreym

Havnin keypir útgerð til landstreym
Steymurin verður ikki frá Sev, men ein dieselmotorur í bingjuni ger hann
Nú fáa skip, sum liggja í Havn, streym úr landi. Málið um at keypa útgerð til landstreym er til viðgerðar í býráðnum í kvøld
 
24.09.2020 - 09:10

Tórshavnar havn skal keypa útgerð til landstreym fyri 2,4 mió. kr.

Málið skal viðgerast á býráðsfundinum í kvøld.

Talan er um útgerð í bingju, sum kann flytast hagar, brúk er fyri henni.

Steymurin verður ikki frá Sev, men ein dieselmotorur í bingjuni ger hann.

Átta tilboð

Tórshavnar havn fekk átta tilboð frá trimum veitarum. Niðurstøðan hjá umsitingini er, at tilboðið frá einum samtaki millum Steingrund Akustik og ETV, sum er El-talvuvirkið í Gøtu, er tað besta.

Samtakið bjóðar eina skipan frá NED Generators í Italia. 

Talan er um ein 800 kilowatttíma generator í einari 30 fót bingju.

Ljóðið er 55 desibell, mált í sjey metra frástøðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819