ES viðurkennir ikki Lukasjenko sum forseta

ES viðurkennir ikki Lukasjenko sum forseta
Uttanríkisleiðarin í ES sigur, at Lukasjenko hevur ikki demokratiska heimild at verða sitandi sum forseti
Lukasjenko er farin undir sítt sætta forsetaskeið í Russlandi, men ES viðurkennir hann ikki sum forseta
 
24.09.2020 - 15:16

ES viðurkennir ikki Aleksandr Lukasjenko sum forseta í Hvítarusslandi.

Tað sigur Josep Borrell, uttanríkisleiðari í ES, og sostatt hægsti diplomatur í ES.

Hann sigur, at Lukasjenko hevur ikki demokratiska heimild, sum hann tekur til, at verða sitandi sum forseti, og tí viðurkennir ES ikki Lukasjenko sum forseta. 

Sætta forsetaskeiðið

Lukansjenko fór í gjár undir sítt sætta skeið sum forseti í Hvítarusslandi, men tað varð gjørt uttan almenna fráboðan, og fleiri miðlar søgdu, at hetta varð gjørt fyri at sleppa undan mótmælisgongum.

Men eftir at tíðindini gjørdist almenn í gjár, fóru fólk aftur í hópatali út á gøturnar í Hvítarusslandi at mótmæla, og tað elvdi til nógvar fráboðanir um harðskap millum trygdardeildir og mótmælisfólk.

Eisini vórðu vatnkanónir brúktar til tess at spjaða mótmælisfólkini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964