Ungfólk fáa ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð

Ungfólk fáa ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur lagt lógaruppskot fyri tingið
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, eigur uppskotið um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð
 
23.09.2020 - 09:21

Fólk, sum eru millum 15 og 35 ár, kunnu skjótt fáa ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð fyri angist ella lætt til moderat tunglyndi.

Tað sigur eitt lógaruppskot, sum Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, legði fyri løgtingið í gjár.

Talan er um eina roynd í trý ár.

Hon kostar í miðal tríggjar milliónir krónur um árið, og skal byrja longu í ár. Í ár eru játtaðar 1,8 mió. kr.

Uppskotið er gjørt eftir tilmæli frá einum arbeiðsbólki, sum skrivaði álit í fjør.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652