Nógv roks at senda listaverk til Danmarkar

Nógv roks at senda listaverk til Danmarkar
Skattamálaráðharrin lovar bót og bata, men hann hevur einki ítøkiligt boð uppá, hvussu tað skal gerast
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur fingið svar frá Morten Bødskov, skattamálaráðharra
 
22.09.2020 - 10:31

Tað skal verða lættari hjá listafólki at senda síni verk til Danmarkar í sambandi við framsýningar har.

Tað sigur danski skattamálaráðharrin, Morten Bødskov.

Men hvussu tað skal gerast ítøkiliga, hevur hann einki boð uppá nú.

Ráðharrin hevur svarað einum spurningi frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.

Hann spurdi um trygdina, sum listafólk skulu lata tollvaldinum, tá tey senda listaverk millum londini í ríkisfelagsskapinum.

Ikki tí, at trygdin er so stór, men tað er bæði torført og tekur langa tíð at fáa trygdina avgreidda.

Bureaukrati

Sjúrður Skaale spurdi Morten Bødskov um hetta langdrigna bureaukratiið.  

Morten Bødskov sigur, at stjórnin raðfestir ríkisfelagsskapin og vil fegin kanna tað, sum spurt verður um.

Hann sigur tað ikki vera í lagi, at danska skattavaldið hevur langdrignar og bureaukratiskar mannagongdir sum tær, Sjúrður Skaale spyr um.

Men ráðharrin vil hava fólkatingsmannin at senda Skattamálaráðnum fleiri upplýsingar um málið. 

Morten Bødskov sigur, at stjórnin raðfestir skjótar og lagaligar mannagongdir hjá skattavaldinum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887