Danmark og Svøríki eiga nú størri part av SAS

Danmark og Svøríki eiga nú størri part av SAS
Ein bjargingarætlan varð samtykt á eykaaðalfundi í SAS í dag
SAS hevur seinastu árini eisini flogið til Føroya, men felagið gevst við hesi flúgving 1. oktober
 
22.09.2020 - 14:45

Danski og svenski staturin eiga nú hvør síni 20 prosent í skandinaviska flogfelagnum SAS.

Tað varð avgjørt á eykaaðalfundi í SAS í dag, har ein bjargingarætlan varð endaliga samtykt.

Bjargingarætlanin ber í sær, at danski staturin setur 4,3 milliardir krónur í SAS, og ognarparturin fer úr 14 upp í 20 prosent. 

Tað sama ger svenski ognarparturin.

ES hevur eisini góðkent endurfíggingina av SAS, tí tvey lond, sum eru limir í ES, eiga flogfelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819