Tikin fyri at hava sent Hvítu húsunum eitur

Tikin fyri at hava sent Hvítu húsunum eitur
Eiturevnið ricin kann elva til álvarsligan skaða, og fólk kunnu doyggja av tí
Allur postur verður skildur, áðrenn hann verður borin Hvítu húsunum
 
21.09.2020 - 15:53

Ein kvinna er handtikin í USA, tí hon í gjár royndi at koma til USA úr Kanada. Illgruni er um, at hon hevur sent eitur til Hvítu Húsini.

Í farnu viku fekk amerikanski forsetin, Donald Trump, eitt bræv við eitrinum ricin í.  

Allur postur verður skildur, áðrenn hann verður borin Hvítu húsunum.

Og í skiljingini á einum posthúsi nærindis Hvítu húsunum varð staðfest, at eitur var í brævinum, skrivar CNN.

Tað er óvist, hvaðani brævið er sent. Tvær ymiskar kanningar vístu, at talan var um sterka eitrið ricin. 

Eisini sent onnur brøv

Illgruni er um, at kvinnan hevur sent onnur brøv til amerikonsk fongsul, men tað er ikki greitt, hvør móttakarin er, sigur eitt embætisfólk við NBC News.

- Bara eitt bræv er sent til ein politikara, sigur embætisfólkið.

Kemur ricin í kroppin, elvir tað til álvarsligan skaða, og fólk kunnu doyggja av tí.

Fregnartænastan kannar nú brævið, og hvaðani tað er komið, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584