Næmingar og lærarar á Glasi verða kannaðir

Næmingar og lærarar á Glasi verða kannaðir
Tey, sum verða kannað, skulu vera við hús, til úrslitið av seinnu koronukanningini, sum verður mikudagin, er greitt
Allir næmingar og lærarar á Glasi verða kannaðir fyri koronu, eftir at korona er staðfest
Mynd: Bjarni Árting ubeksen  
 
21.09.2020 - 08:45

Trý fólk í eini familju Havn fingu í gjár staðfest covid-19 virus.

Børnini í hesi familjuni ganga á Glasi, Skúlanum á Fløtum og einum barnaansingarstovni í Tórshavnar kommunu.

Í gjár var ógreitt, hvaðani smittan stavar, men tað er greitt, at tey eru smittað í Føroyum, segði Bjarni á Steig, ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum, við Útvarpið í gjárkvøldið.

Avleiðingin av hesum er, at børn og starvsfólk á barnaansingarstovninum, allir næmingar og lærarar á  Glasi, og fýra flokkar á Skúlanum á Fløtum - tað eru næmingar og lærarar á ítróttarrásini, sum heldur til í Gundadali - kannast fyri koronu.

Tey skulu vera við hús, til tey hava fingið svar upp á seinnu koronukanningina, sum verður tikin mikudagin.

Tað merkir, at hini í Skúlanum á Fløtum eru ikki er ávirkað.

- Hóast Glasir er ein stórur stovnur, er onki annað at gera, enn at kanna øll á Glasi, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628