Ætlaðu at eitra Trump

Ætlaðu at eitra Trump
Sterka eitrið ricin var í pakkanum, sum eftir øllum at døma varð sendur úr Kanada
Fregnartænastan kannar nú pakkan við eitri í, sum varð ætlaður Donald Trump, forseta
 
21.09.2020 - 11:10

Í farnu viku fekk amerikanski forsetin, Donald Trump, ein pakka við eitrinum ricin í.  

Tað skriva fleiri miðlar.

Allur postur verður skildur fyrst, áðrenn hann verður borin Hvítu Húsunum.

Og í skiljingini á einum posthúsi nærindis Hvítu Húsunum varð staðfest, at eitur var í pakkanum, skrivar CNN.

Sendur úr Kanada

Hildið verður, at pakkin er sendur úr Kanada.

Tvær ymsar kanningar vístu, at talan var um sterka eitrið ricin. 

Kemur ricin í kroppin, elvir tað til álvarsligan skaða, og fólk kunnu doyggja av tí.

Fregnartænastan kannar nú pakkan, og hvaðani hann er komin, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652