Skulu svara um telesamskifti og yvirtikin mál

Skulu svara um telesamskifti og yvirtikin mál
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur boðsent Trinu Bramsen, verjumálaráðharra, og Nick Hækkerup, løgmálaráðharra, í samráð
Trine Bramsen, verjumálaráðharri, Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, og Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður
 
18.09.2020 - 09:09

Danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, og løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup, skulu í dag í samráð í Fólkatinginum um telesamskifti, trygdarmál og yvirtikin mál.

Tað er Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, ið hevur boðsent ráðharrunum í samráð. 

Orsøkin er fráboðanin hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, um at eitt lógaruppskot er á veg, ið fer at allýsa telesamskifti sum kritiskan infrastruktur og harvið trygdarmál. 

Men tá telesamskifti er yvirtikið málsøki, og trygdarmál eru felagsmál, setur ætlanin nakrar spurningar, sigur Sjúrður Skaale.

Millum annað verður spurt, um ætlaða lógarbroytingin verður galdandi fyri Føroyar, hóast tað skuldi hent, at løgtingið sigur nei til eitt slíkt uppskot. 

Harumframt vil fólkatingsmaðurin eisini hava at vita, um tað framvegis verða føroyingar, ið taka avgerðir um 5G. 

Sjúrður Skaale spyr eisini, um ráðharrarnir meta, at danir kunna taka málsøkir aftur, sum føroyingar longu hava yvirtikið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851