Semingsstovnurin er boðsendur

Semingsstovnurin er boðsendur
Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og Lønardeildin hava staðfest, at samráðingarnar ber ikki á mál
Terje Sigurðsson, semingsmaður
 
18.09.2020 - 15:45

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hava nú boðsent semingsstovninum.

Sáttmálin millum partarnar fór úr gildi 1. oktober í fjør.

Nógvir samráðingarfundir hava verið um ein nýggjan sáttmála, men í dag staðfestu partarnir, at teir koma ikki á mál, og bæði felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og Lønardeildin eru tí samd um at senda boð eftir semingsstovnin, sigur felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Í tíðindunum klokkan 16 verður samrøða við Terja Sigurðsson, semingsmann.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628