Mæla norðmonnum frá at fara til Danmarkar

bannari
Mæla norðmonnum frá at fara til Danmarkar
Danir, sum koma til Noregs, skulu í sóttarhald í 10 dagar
Danir og føroyingar, sum fara til Noregs, skulu í sóttarhald í 10 dagar
 
18.09.2020 - 09:53

Norsku myndugleikarnir ráða nú fólki frá at fara til Danmarkar at ferðast, um ferðin ikki er alneyðug.

Og samstundis hava myndugleikarnir gjørt av, at øll sum koma úr Danmark til Noregs, skulu í sóttarhald í 10 dagar, skrivar norska uttanríkisráðið á heimasíðuni.

Tilráðingin kemur í gildi á miðnátt í kvøld.

Rakar eisini føroyingar

Somu krøv verða sett norðmonnum, sum ætla sær til Føroya, og føroyingum, sum ætla sær til Noregs, men Grønland er ikki fevnt av kravinum, upplýsir danska uttanríkisráðið.

Frammanundan var norska kravið galdandi fyri partar av Danmark,men nú er tað galdandi fyri alt landið.

Norska avgerðin fær ikki Danmark at ráða fólki frá at fara til Noregs. Sambært danska uttanríkisráðnum ber framvegis til at halda frí í Noregi, um ferðin er til eitt hóskandi stað við sóttarhaldskrøvum, skrivar DR.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652