Navalnyj eitraður av eini vatnfløsku

Navalnyj eitraður av eini vatnfløsku
Ein týsk kanningarstova váttar, at slóð eftir nervaeitrið novichok var í fløskuni
Navalnyj, sum liggur á sjúkrahúsi í Týsklandi, er nú førur fyri at anda sjálvur
 
17.09.2020 - 09:43

Russiski andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, varð ikki eitraður á flogvøllinum, men av einari vatnfløsku á kamari sínum á gistingarhúsinum í Tomsk. Hetta var í august.

Tey siga tey, sum eru Navalnyj næst, skrivar Reuters.

Ein týsk kanningarstova váttar, at slóð eftir nervaeitrið novichok var í fløskuni.

Felagsskapurin, sum vil banna kjarnorkuvápnum, OPWC, sigur, at Týskland vil hava hjálp til at kanna málið um novichok.

Navalnyj var á veg við flogfari úr Tomsk til Moskva, tá hann gjørdist illa fyri, og neyðugt var hjá flogfarinum at neyðlenda. 

Hann varð fluttur á sjúkrahús í Russlandi, men seinni fluttur til Týsklands. 

Greiningar vísa, at hann var eitraður við novichok. 

Týsdagin var fyrstu ferð, at Navalnyj andaði sjálvur eftir, at hann varð eitraður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010