18.000 fólk arbeiðsleys í Íslandi

18.000 fólk arbeiðsleys í Íslandi
Í august var arbeiðsloysið 8,5 prosent
Ein triðingur av teimum arbeiðsleysu í Íslandi hava starvast í ferðavinnuni
 
17.09.2020 - 09:22

Arbeiðsloysið í Íslandi var 8,5 prosent í august, 0,6 prosentstig meira enn í juli.

Sløk 18.000 fólk eru arbeiðsleys.

Íslendska arbeiðsloysisskipanin væntar, at at arbeiðsloysið fer at vaksa næstu mánaðirnar.

Ein triðingur av teimum arbeiðsleysu hava starvast í ferðavinnuni, stendur í  frágreiðing íslendsku arbeiðsloysisskipanini.
 
Størsta arbeiðsloysið er á Suðurnesjum, 16,9 prosent, og helvtin av teimum arbeiddu við ferðavinnu. 

Arbeiðsloysi millum útlendskar ríkisborgarar var 19 prosent í august. 

Og allastaðni uttan í høvuðsstaðarøkinum eru fleiri kvinnur enn menn arbeiðsleysar, skrivar íslendska kringvarpið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585