Lidnir at menna koppingarevnið um ársskiftið

bannari
Lidnir at menna koppingarevnið um ársskiftið
WHO hevur sagt, at koppingarevnið hjá AstraZeneca er tað, sum stovnurin higartil hevur størst álit á
AstraZenica ætlar at taka royndirnar við koppingarevninum uppaftur
 
10.09.2020 - 16:39

Um svensk/bretska felagið, AstraZeneca, fær loyvi at fara undir aftur royndirnar við koronakappingarevninum, sum roynt verður at menna, so væntar fyritøkan, og hon um ársskiftið kann boða frá, at koppingarevnið kann nýtast.

AstraZeneca var farin undir kanningar av koppingarevninum á triðja og seinasta stigi, tá eitt av fólkunum, sum var við í kanningunum, fekk hjáárin.

Nú er greitt, at talan var um mønubruna.

Ikki óvanligt

Stjórin í AstraZeneca, Pascal Soriot, sigur, at tað ikki er óvanligt, at slíkar royndir steðga, um eitthvørt tekur seg upp.

Hann vísir á, at allur heimurin fylgir royndunum hjá fyritøkuni, tí spenningurin er stórur, um koppingarevnið kann nýtast fyri koronu, og tí skal ein óheft trygdarnevnd fáa greiðu á viðurskiftunum, sigur hann.

Heimsheilsustovnurin, WHO, hevur sagt, at koppingarevnið hjá AstraZeneca er tað, sum stovnurin higartil hevur størst álit á.

ES hevur gjørt avtalu við AstraZeneca um 300 milliónir skamtir av koppingarevninum, um hann verður góðkendur, og hevur avtalað at fáa 100 milliónir skamtir aftrat til tey 27 ES londini.

Danmark fær í fyrstu syftu 2,4 milliónir skamtir, og Føroyar og Grønland eru við í tí avtaluni.

Pascal Soriot, sigur, at AstraZeneca fer at nýta millum 50 og 60.000 fólk í royndunum, sum nú eru á triðja stigi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887