Korona hevur kravt 900.000 mannalív

bannari
Korona hevur kravt 900.000 mannalív
28 miliónir fólk eru smittað, men 20 milliónir eru vorðin frísk aftur
Tey flestu, sum eru deyð av koronu, eru amerikanarar, 195.000 fólk
 
10.09.2020 - 16:47

Nú eru fleiri enn 900.000 fólk deyð av koronusjúkuni kring heimin, síðani sjúkan fyrstu ferð varð staðfesti Kina í desember í fjør, skrivar NTB.

Í USA eru 195.000 fólk deyð, í Brasil 129.000, í India 75.000, í Mexiko 68.000, og í Bretlandi eru 42.000 fólk deyð, vísir ein uppgerð hjá Worldmeters.

28 mió. smittað

Umleið 28 milliónir fólk eru smittað, og um 20 milliónir fólk eru frísk aftur, vísir uppgerðin.

Tað er serliga Latínamerika og Karibia sum eru meinast rakt. Har eru meira enn 300.000 fólk deyð, síðani kemur Evropa, har 220.000 fólk eru deyð.

Í Peru eru flest fólk deyð, fyri hvørji 100.000 fólk,  og síðani koma Belgia og Spania.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628