Fáa nógv fyri toskin

Fáa nógv fyri toskin
Besti prísurin á Fiskamarknaðinum í dag fyri tosk 1 var 33,10 kr.
Fiskamarknaðurin seldi sløk 70.000 pund í dag, og størstu nøgdirnar vóru av toski, hýsu og havtasku
 
10.09.2020 - 15:30

Prísurin á toski er hækkaður munandi aftur, eftir at hann lækkaði niður í helvt fyrr í ár, tá koronakreppan tók seg upp.

Uppgerðin hjá Fiskamarknaðinum í dag vísir, at besti prísurin fyri tosk 1 var 33,10 kr. fyri kg, og fyri tosk 2 var hægsti prísurin 33 kr. fyri kg. Miðalprísurin fyri tosk 1 var beint undir 33 kr., og næstan 28 kr. fyri tosk 2.

Talan var kortini um smár nøgdir, 150 pund av toski 1 og 350 pund av toski 2.

Toskur 3 hevði eisini góðan prís, upp í 29,20 kr. fyri kg.

Toskur 4 varð seldur fyri upp í 21,90 og toskur 5 upp í 14,40 kr. fyri kg.

Prísurin á hýsu var eisini góður. Hýsa 1 til 3 varð seld fyri miðalprís, sum var millum 12,91 og 16, 33 kr. fyri kg.

Fiskamarknaðurin seldi sløk 70.000 pund, og størstu nøgdirnar vóru av toski, hýsu og havtasku.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887