Seks trolarapør til fiskiskap

Seks trolarapør til fiskiskap
Fiskamarknaðurin væntar ikki, at nógvur útróður verður hesa vikuna
Sjey trolbátar eru til fiskiskap í løtuni, fimm royna á landleiðini
 
31.08.2020 - 09:39

Tvey línuskip eru vesturi á rygginum og fiska tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira. Trý skip eru vestanfyri og fiska tosk, hýsu, longu og brosmu, og eitt er sunnanfyri og fiskar mest av longu og brosmu. Og helst fer okkurt línuskip avstað í næstum.

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í meting um fiskiskapin hesa vikuna. 

Streymurin harðnar, sum vikan gongur, og veðrið verður eisini nakað skiftandi, tí verður neyvan nógvur útróður.

Ein djúpvatnstrolari fiskar stinglaks og annan djúpvatnsfisk, og ein fiskar kongafisk.

Seks trolarapør til fiskiskap

Viðvíkjandi partrolarum, so eru seks pør til fiskiskap. Øll fiska upsa og er fiskiskapurin brúkiligur.

Sjey trolbátar eru til fiskiskap. Fimm eru á landleiðini og tveir uttanfyri. Bátarnir fiska mest av toski, hýsu, tungu, reyðsprøku, havtasku og so nakað av upsa. 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. Eitt fiskar havtasku, og hevur brúkiligan fiskiskap, sigur Fiskamarknaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652