18 leiguíbúðir í Fuglafirði

18 leiguíbúðir í Fuglafirði
Íbúðirnar vera góðar 90 fermetrar hvør, og tær skulu vera lidnar í 2022
Íbúðirnar í Fuglafirði skulu eftir ætlan vera lidnar í 2022
 
26.08.2020 - 10:31

18 leiguíbúðir skulu byggjast við Toftanesveg í Fuglafirði. 

Partafelagið Toftanes hevur keypt byggilendið frá kommununi, og útgrevsturin verður boðin út nú.

Íbúðirnar vera góðar 90 fermetrar hvør. Tær skulu vera lidnar í 2022.

Fólk, sum eru eldri enn 60 ár, hava framíhjárætt til at leiga í minsta lagi 35 prosent av íbúðunum, ella sjey íbúðir.

Avtala um leigumál kann verða gjørd longu nú, siga Fuglafjarðar kommuna og partafelagið Toftanes í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584