Umvæla kaðalin millum Miðvág og Hvalba

Umvæla kaðalin millum Miðvág og Hvalba
Arbeiðið byrjar í dag, og umvælingin fer at kosta millum eina og tvær milliónir krónur
Páll H. Vesturbú er stjóri í Neti
 
11.08.2020 - 11:31

Nú verður fjarskiftiskaðalin millum Miðvág og Hvalba umvældur. Arbeiðið byrjar í dag. Kaðalin hevur verið óvirkin síðani fyrst í hesum árinum. Umvælingin kostar millum eina og tvær milliónir krónur.

Kaðalin, sum nú verður umvældur, er á 60 til 70 metra dýpi. Nýggi kaðalin verður lagdur longri vesturi, tí har er botnurin mettur at vera betri.

Páll H. Vesturbú, stjóri í Neti, vónar, at kaðalin heldur, til undirsjóvartunnil er komin til Suðuroynna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652