Foreldur skulu boða frá áðrenn

bannari
Foreldur skulu boða frá áðrenn
Mánadagin skulu foreldur í Klaksvík boða frá, um barn teirra kemur á dagstovn ella í dagrøkt
Nú skulu foreldur í Klaksvík brúka talgildu tilmeldingarskipanina, tá børnini skulu á stovn ella dagrøkt
 
07.08.2020 - 07:44

Støðan við koronu ger, at mánadagin verður aftur neyðugt at brúka talgildu tilmeldingarskipanina, har foreldur skulu boða frá, um barn teirra kemur á stovn ella í dagrøkt í Klaksvíkar kommunu.

Tað boðar kommunan frá. Foreldur skulu boða avvarðandi stovni frá í seinasta lagi í dag kokkan 18. Skipanin varð eisini brúkt í vár. 

Sleppa undan ansingargjaldi

Foreldur boða frá á heimasíðuni klaksvik.fo, um barnið kemur á stovn ella í dagrøkt, hvørjar dagar, barnið kemur, nær tað kemur, og nær tað verður heintað.

Nú er sama skipan komin aftur. Eins og í vár hevur Klaksvíkar kommuna gjørt av, at tey, sum hava børn síni heima, ikki skulu rinda barnaansingargjald.

Men tey, sum brúka ansingina, skulu gjalda fyri hana. Klaksvíkar kommuna heitir á fólk um at brúka barnaansingina sum minst .

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887