Tvey uppskot um eykajáttanir

Tvey uppskot um eykajáttanir
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava lagt hvør sítt uppskot eykajáttan fyri tingið.
 
06.08.2020 - 06:14

Javnaðarflokkurin skjýtur upp at játta 1,6 milliónir til útbúgving av yngri læknum. Peningurin skal takast av kontuni til at lata sendistovu upp í Ísrael.

Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at landssjúkrahusið og kommunulæknarnir hava víst á, at tey høvdu viljað sett umleið 20 yngri læknar í starv, um fígging fekst til tað.

Fara fleiri yngri læknar at støðast í Føroyum í útbúgvingarstørvum, sum eru eitt stig at gerast serlækni, fer tað eisini at vera eitt týdningarmikið stig at loysa serlæknatrotið í Føroyum.

Tríggjar milliónir til tunlar og útgerð

Beinta Løwe í Tjóðveldi hevur skotið upp at játta tríggar milliónir krónur í eykajáttan til trygdarútgerð til tunlarnar norður um Fjall og aðrar tunlar, har tørvur er á tí.

Í juli kom eldur í ein bil í Árnafjarðartunlinum, og tá kom fram, at trygdarútgerð vantar uttan fyri tunnlin, millum annað bummar og ávaringarljós, men Landsverk hevur sagt, at peningur er ikki tøkur til hesa útgerð.

Tjóðveldi skjýtur upp, at útgerðin verður sett upp beinan vegin við tunlarnar norður um Fjall.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819