Óvist hvussu nógvir: Fleiri nýggir tilburðir

bannari
Óvist hvussu nógvir: Fleiri nýggir tilburðir
Landslæknin vil ikki siga, hvussu nógvir nýggir COVID-19 tilburðir eru staðfestir, men teir eru fleiri enn í gjár, váttar hann
Triðja dagin á rað eru fleiri nýggir koronutilburðir staðfestir í Føroyum, sigur landslæknin
 
06.08.2020 - 09:58

Fleiri nýggir tilburðir av koronusmittu eru staðfestir í dag, enn tað vórðu í gjár. Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við útvarpið.

Hann vil ikki siga, hvussu nógvar nýggjar tilburðir, talan er um, men tað eru fleiri tilburðir enn í gjár, tá 14 nýggir tilburðir vórðu staðfestir, sigur landslæknin. 

Umleið 1.500-1.600 kanningar kanningar vórðu gjørdar í gjár. Landssjúkrahúsið gjørdi 868 royndir, og privatu fyritøkurnar gjørdu umleið 700, sambært landslæknanum.

Aftur í dag eru langar bíðirøðir við Landssjúkrahúsið og iNOVA, har fyritøkan Thetis heldur til. Klokkan 10 vóru framvegis 278 royndir, sum ikki vóru lidnar, og tí er endaliga talið ikki greitt enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585