– Fáa nærri boð í kvøld

bannari
– Fáa nærri boð í kvøld
Tórshavnar Kommuna fer nú at taka støðu til, um tiltøk skulu setast í verk í høvuðsstaðnum
 
05.08.2020 - 16:35

Landslæknin staðfesti á tíðindafundinum fyrr í dag, at meginparturin av teimum smittaðu eru í miðstaðarøkinum. Áður hevur verið tosað um at gera lokalar avmarkingar, um so er, at smittan ger um seg eitt ávíst øki.

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, sigur, at tey nú fara at hava fund um støðuna í Havn, har tey millum annað skulu taka støðu til, hvørji tiltøk skulu skulu setast í verk á eldraøkinum og á dagstovnaøkinum.

Enn er óvist, um nøkur avmarking verður á dagstovnaøkinum, men tað er vist, at eldraøkið verður umskipað, nú korona aftur er í landinum. 

Tí Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum segði í tíðindasending í sjónvarpinum fyrr í dag, at tað nú verður farið aftur til at verja eldraøkið.

Stjórin í Kommunufelagnum segði eisini, at eingi vitjandi longur sleppa á ellis og røktarheim og at tilboðini annars verða skerd. Men nærri kunning kemur um tað, sigur stjórin í Kommunufelagnum, og tað sama segði borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu. 

Klokkan 22:40 í kvøld verður eyka tíðindasendingin, sum sjónvarpið sendi í sambandi við tíðindafundin, endursend.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672