Frakland kannar ferðafólk

Frakland kannar ferðafólk
Frakland er farið undir at kanna ferðafólk fyri Koronu, sum koma frá londum, sum eru serliga hart rakt av virusinum. Tað skrivar tíðindastovan AP.
 
02.08.2020 - 11:13

Talan eru um 16 lond, harímillum USA og Brasilia.

Hetta eru lond, sum frammanundan hava avmarkaða atgongd til landið, so talan er um fólk sum eitt nú ferðast í arbeiðsørindum. 

Meira enn 225.000 tilburðir av Koronu eru staðfestir í Fraklandi og yvir 30.000 fólk eru deyð.

Í Australia er staturin Viktoria í undantakstøðu, nú Korona herjar aftur í landinum. Metnógv fólk eru smittað - millum 6 og 700 um dagin hósdagin og fríggjadagin. 

Útgonguforboð er lýst at vera um kvøldið og um náttina í stórbýnum Melbourne, og tað verður galdandi komandi seks vikurnar.

Útgonguforboðið merkir, at fólk einans kunnu fara heimanífrá millum klokkan átta og 5 á morgni, um tey skulu í viðgerð, skulu veita viðgerð ella skulu til arbeiðis. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887