Bústaðir skulu eisini ráðgeva um fígging

01.08.2020 - 11:31
AktueltPolitikkur
Bústaðir skulu eisini ráðgeva um fígging
Uppskot um at broyta lógina um Húsalánsgrunnin er sent til hoyringar
 

Bústaðir skulu nú eisini ráðgeva borgarum, kommunum, feløgum og øðrum um alternativar byggi- og fíggingarhættir.

Tað verður upplýst í ískoytispartinum til løgmansrøðuna á ólavsøku.

Endamálið við ráðgevingini er at seta gongd á onnur sløg av bústaðabygging enn sethúsa- og íbúðabygging. 

Lógin broytast

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, hevur sent eitt uppskot til ummælis um at broyta lógina um Húsalánsgrunnin, soleiðis at Bústaðir fáa heimild at fíggja bústaðabygging fyri 400 milliónir kr. næstu árini.

Landsstýrið hevur gjørt av marka 100 milliónir til bústaðabygging í tí partinum av landinum, har mett verður, at kapping ikki er sannlík.

100 milliónir eru ikki markaðar og fara til verkætlanir í økjum, har møguleiki er fyri kapping, skal hetta verða á jøvnum grundarlagi, tá ið ræður um avkast og atgongd til kommunal grundstykki, sigur landsstýrið.

Endamálið er at eggja kapitalinum at gera íløgur í bústaðamarknaðin.

Samstarva við privat

Landsstýrið sigur, at við jøvnum treytum verða betri møguleikar hjá Bústøðum at samstarva við privatar og stovnsligar íleggjarar og økja um útboðið.

Sambært uppskotinum, sum er sent til hoyringar, skulu 200 av teimum 400 milliónunum markast til verkætlanir, ið verða gjørdar í samráði við landsstýriskvinnuna í bústaðamálum.

Talan kann vera um búfelagsskapir ella sambýli til fólk við serligum tørvi, barnaverndarstovnar ella lestrarbústaðir. 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Morgunlesturin fríggjadagurin 7. august 2020
111745
Mikudag 5. august
Ein táttur er silvur 5. partur
112000
Mikudag 5. august
Summartímin týsdagin 4. august
111989
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Tíðindafundur og Dagur og vika
111992
Hósdag 30. juli
Midnáttarsangur
111814
Mikudag 29. juli
Upp á gólv
111810
Mikudag 29. juli
Á ólavsøku 2:2
111809
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett
111807