Skitin olja steðgar oljufýringum

Skitin olja steðgar oljufýringum
Í onkrum føri hevur verið neyðugt at skifta forvarmara og dýsu
Biologiskur vøkstur í oljuni ger, at ikki allar oljufýringar tola hana, og tær steðga
 
31.07.2020 - 11:30

Ein last við skitnari olju hevur steðgað nógvum oljufýringum í Føroyum.

Oljulastin kom í vár. Magn fekk helvtina og Effo hina helvtina.

Men biologiskur vøkstur í oljuni ger, at ikki allar oljufýringar tola hana. Tær steðga.

Veitarin rindar útreiðslur

Boð hevur ofta verið eftir tænastumonnunum hjá oljufeløgunum at reinsa oljufýringarnar.

Í onkrum føri er neyðugt at skifta forvarmara ella dýsu.

Veitarin, Unioil Supply í Danmark, rindar føroysku oljufeløgunum tær útreiðslur, sum standast av hesari oljuni.

Viðskiftafólkini hjá oljufeløgunum skulu einki gjalda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628