Landið rindar fyri kanningar 14 dagar aftrat

bannari
31.07.2020 - 08:40
AktueltHeilsa
Landið rindar fyri kanningar 14 dagar aftrat
Heilsumálaráðið hevur longt sáttmálarnar við Thetis og Smyril Line um koronukanningarnar til 14. august
Fyritøkan Thetis potar fyri koronu á flogvøllinum
 

1.august er í morgin, og tá var ætlanin, at tey, sum koma til Føroya, sjálvi skuldu gjalda fyri at verða kannað fyri koronu.

Verandi skipan, har landið rindar, skuldi halda uppat nú um mánaðarskiftið. Men hon heldur fram til 14.august, hevur Heilsumálaráðið boðað frá.

Gjaldið fyri hvørja kanning er 390 kr. á flogvøllinum og 500 kr. fyri tey, sum koma við Norrønu.

Sáttmálarnir longdir

Heilsumálaráðið hevur longt sáttmálarnar við Thetis og Smyril Line um koronukanningarnar til og við 14.august.

Heilsumálaráðið sigur, at tey, sum koma til Føroya, eiga at fara beint í heimauppihald, til tey hava fingið svar upp á kanningina. 

Vanliga kemur svarið sama kvøldið og í seinasta lagi á middegi dagin eftir. 

Seks milliónir aftrat

Fíggjarnevndin játtaði tann 9.juli seks milliónir krónur til koronukanningarnar eftir 10.juli. Sagt varð, at tær seks milliónirnar vóru til kanningar í tríggjar vikur.

Men Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, segði tá, at pengarnir helst fóru at røkka nakrar dagar inn í august. 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Morgunlesturin fríggjadagurin 7. august 2020
111745
Mikudag 5. august
Ein táttur er silvur 5. partur
112000
Mikudag 5. august
Summartímin týsdagin 4. august
111989
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Tíðindafundur og Dagur og vika
111992
Hósdag 30. juli
Midnáttarsangur
111814
Mikudag 29. juli
Upp á gólv
111810
Mikudag 29. juli
Á ólavsøku 2:2
111809
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett
111807