Jan Tarnyy eisini farin til fiskiskap

bannari
Jan Tarnyy eisini farin til fiskiskap
Farmaskipið Casseopaia liggur framvegis í Norðhavnini
Báðir russisku trolararnir eru farnir til fiskiskap, men farmaskipið Casseopaia liggur framvegis í Norðhavnini
 
30.07.2020 - 09:05

Russiski trolarin, Jan Tarnyy, sum hevur ligið í Norðhavnini uttan á Kareliu og Casseopaia, er helst farin til fiskiskap norðan fyri Føroyar.

Jan Tarnyy fór úr Norðhavnini í nátt og bunkraði í Fuglafirði, áðrenn hann helt leiðina norðureftir.

Eingin av manningini á Jan Tarnyy er kannaður fyri koronu, hóast ávikavist 23 og 6 mans hava fingið staðfest smittuna umborð á Kareliu og Casseopaia.

Hóast fleiri tilboð um ráðgeving og kanningar, hevur skiparin á Jan Tarnyy ikki svarað føroysku myndugleikunum.

Karelia er farin til fiskiskap aftur, men Casseopaia liggur enn við bryggju í Norðhavnini.

Manningin verður kanska skift í Føroyum, áðrenn skipið fer til Afrika sum ætlað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652