Í hernað móti happing í skúlanum

Í hernað móti happing í skúlanum
Ein kanning vísir, at 11 prosent av næmingunum í fólkaskúlanum kenna seg happaðar
Peningur verður settur av til tess at minka happingina í fólkaskúlanum. (Tilvildarlig mynd)
 
30.07.2020 - 09:34

Nú verður farið í hernað móti happingini í fólkaskúlanum.

Í ískoytinum til røðuna hjá løgmanni í gjár stendur, at landsstýrið hevur sett av pengar til átøk, sum skulu minka happingina og økja trivnaðin í fólkaskúlunum. 

Ein trivnaðarkanning, sum varð gjørd í fjør, vísti, at 11 prosent av næmingunum í fólkaskúlanum kenna seg happaðar. Tað er nakað minni enn í 2007, tá fyrsta slíka kanningin varð gjørd.

Trivnaðarvegleiðari

Ætlanin er millum annað at seta trivnaðarvegleiðari fulla tíð á Námi, gera trivnaðarkanningar hvørt ár, hava anti-happingardag hvørt ár, og skúlar kunnu søkja um eyka tímar til at gera kanningar ella onnur átøk.

Endamálið er ein nullhugsjón, tá ræður um happing í fólkaskúlanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585