Finn Jakobsen nýggjur forstjóri í Magn

Finn Jakobsen nýggjur forstjóri í Magn
Hevur verið tekniskur stjóri í orkufelagnum seinastu fýra árini
Finn Jakobsen er 53 ára gamal, og hevur verið tekniskur stjóri í Magn seinastu árini
 
30.07.2020 - 16:07

Finn Jakobsen er nýggjur forstjóri í orkufelagnum Magn. Hann tekur við eftir Hendrik Egholm.

Finn Jakobsen, sum er 53 ára gamal, hevur seinastu umleið fýra árini verið tekniskur stjóri í Magn.

Hann starvaðist í fleiri ár hjá SEV, fyrst sum verkfrøðingur og síðani sum rakstrarleiðari.

Finn Jakobsen er útbúgvin sterkstreymsverkfrøðingur og elektromekanikari.

Skifti til grøna orku

Fremsta uppgávan hjá forstjóranum verður at tryggja, at Magn framhaldandi verður ein sterkur orkuveitari í Føroyum. Eisini skal hann standa fyri skiftinum til grøna orku, millum annað við vindmyllulundini í Flatnahaga.

- Vit meta, at Finn Jakobsen hevur røttu førleikarnar at standa á odda fyri Magn og møta teimum avbjóðingunum og møguleikunum, sum liggja fyri framman. Sum tekniskur stjóri hevur Finn Jakobsen havt ein týðandi leiklut í at menna grønu orkuloysnirnar hjá Magn. Harumframt hevur hann drúgvar leiðsluroyndir og hevur neyvt innlit í øll rakstrarøkini hjá Magn, sigur Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Magn, í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802